Friday, April 23, 2021

Vælkomin á STEVN

 

Góði luttakari,

Vælkomin á STEVN
Hvat er gott at vita og seta seg inn í, áðrenn STEVN byrjar?
STEVN er ein avbjóðandi men mennandi, andalig ferð gjøgnum 40 dagar, har endamálið er at byggja nýggjar vanar, taka smærri, men fleiri persónlig og andalig stig og førka sinnið og hugsunnarháttin yvir á bíbilska kós.
Í roynd og veru, er STEVN ein blanding av kristnum lærisveinaskapi (discipleship) og lívsvenjing (Life coaching).
STEVN byggir á eggjandi orðini hjá Paulusi til unga lærisvein sín Timoteus í Fyrra brævinum til Timoteus, kapitul 6 versini 11-12:
“Men tú, maður Guds, flýggja frá hesum! Stevn eftir rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, toli, spakføri! Stríð hitt góða stríð trúarinnar, gríp hitt æviga lív, sum tú var kallaður til…”
Fyrireika teg andaliga og mentalt
Av týdning longu dagar, áðrenn ferðin byrjar, er at fyrireika sinni til at næstu 40 dagarnir verða ólíkir vanligum døgum. Tíð og orka má leggjast í ferðina hvønn dag, og tað er neyðugt at hava ein innara longsul eftir at kenna Gud betur, atuppliva Gud sterkari og at líkjast Jesusi.
Tað hevur eisini týdning longu nú at fara at venja sinni uppá at verða við til fulnar og at vera áhaldandi, at:
  • Koma opin
  • Vera til reiðar at verða avbjóðað og at broytast
  • Vera til reiðar at stremba eitt sindur
  • Seta sær fyri at verða áhaldandi
  • Fylgja mannagongdum
  • Vitja bólkin hvønn dag
  • Uppbyggja eitt virkið bønarlív
  • Lesa tilfarið og hyggja at sjónfíluni hvønn dag
  • Leggja orku og tíð í menningina
Vit, sum hava lagt STEVN til rættis, hava sjálvi verði ígjøgnum lívsferðina og hava stigvíst sæð at kristna lívið er at liva í frælsi og sigri dagliga, um vit læra at venda myrkrinum bakið og liva í ljósinum (Gud er ljós, einki myrkur er í Honum).
Fyri okkum er STEVN meiri enn ein verkætlan og eitt átak, vit síggja týdningin og potentiali í hvørjum einstøkum at kunna reisa seg andaliga og persónliga og vit fara at bera byrðarnar og avbjóðingarnar við tykkum hesar dagar. Vit fara biðja fyri hvørjum luttakara regluliga hvønn dag og verða tøk at samskifta við.
Sum kristin eru vit ætla, kallað og útgjørd til at reisa okkum úr myrkrinum og umstøðunum, at umbroytast, vaksa og sigra. Vit trúgva hasum og vit fara at leggja okkara lív í tykkum hesar dagar, sum liggja fyri framman.
Guds signing



No comments:

Post a Comment