Friday, April 23, 2021

Heitini á STEVN



  1. Heitir sum tað loysir seg at seta seg inn í á STEVN (áðrenn STEVN veruliga byrjar)
  2. Quest (Leitan: sipar til eina rannsøknarferð. Á STEVN eru vit á einari ferð í 40 dagar)
  3. Ferðin (Føroyska orðið fyri Quest)
  4. Fokus (video/sjónfílar sum verða løgd út hvønn dag á umleið 3-5 min). Hesir sjónfílarnir eru okkara fokus fyri dagin og kunnu innihalda sannleikar at grunda yvir fyri tann dagin, ella avbjóðingar fyri dagin.
  5. Kraftarløta (dagliga bønarløtan)
  6. A-rúmi (bønarrúmi/staðið, loynikamari har vit hava kraftarløtuna)
  7. Kraftar-rúmi (sama sum A-rúmi)
  8. Mannagongd (rutina) (rutina er alt avgerandi á ferðini)
  9. Mál (á ferðini mást tú seta tær mál fyri dagin, fyri vikuna og fyri teir 40 dagarnar. Tú far amboðini og motivatiónina og andaligu orkuna frá regluliga bønarlívinum at arbeiða framm móti hesum málum)
  10. Minnisbók, dagbók, journalur (eitt ark vit mugu printa út, ella kopiera á telduna, eitt pr dag, har vit planleggja dagin, seta okkum mál og fylgja við okkara framgongd á ferðini)
  11. Avbjóðing (nøkur fokus innihalda avbjóðingar fyri dagin, tildømis at fyrigeva, ella uppmuntra onkran, ella at biðja alment á einum møti ella bønarbólki)
  12. Grundan (tankar fyri dagin, tildømis hvør eri eg í Kristusi, hvussu kunnu mínar bønir broyta umstøður)
  13. Lærisveinaskapur (discipleship) (at fylgja Jesusi, og gerast sum Jesus á øllum økjum í okkara lívið)
  14. Lívsmenning (life coaching) eitt moderna orð fyri discipleship tá tað verður yvirført til lærisveinaskap, men við denti á mentoring og motivatión.
  15. Endiliga fylgja við hvønn dag hvat rørir seg í bólkinum.

No comments:

Post a Comment