Her eru góð andaliga ráð til ferðina, eins og tað eru nøkur góð mental ráð til ferðina, tildømis:
Set tær mentalt fyri, at vera við og vera áhaldandi.
Byrja og ven tankan um at byrja nýggjar rutinir. Flestu av okkum orka ikki tankan um nýggjar rutinur, tí tað krevur ein innsats. Tað hevur týdning at Sannføra teg sjálvan um at innsatsur hevur løn við sær
Byrja og fokusera á týdningin av at byrja dagin eitt sindur fyrr og væl. At byrja dagin væl, oftast tá onnur sova, hevur framgongd við sær á øllum økjum í lívinum.
Lær teg lykla orðini og ven teg at brúka tey.
Sum heild fokusera og lat einki distrahera teg
Ímynda tær tína menning
Set tær mál
Hugsa positivt
Kill the ants (hetta kemur undir hugsa positivt) her meinast við teir tankar sum stíga seg upp, sum billa tær inn, at tað verður høpisleyst í tínum føri, at uppala teg sjálvan, at verða við hvønn dag og at klára 40 dagar.
Hasar tankarnar mugu vit gera av við hvønn dag, ikki eina á hesi ferðini ella eina í samband við ferðina, men sum heild.
Hví:
Tí tú kemur ikki nógv longur enn hartil tú loyvir tær sjálvum at røkka.
Man sigur innan fysiskari venjing, at møði ikki er úrsliti av kroppinum sum ikki orkar, men at tað heldur er heilin sum ikki tímir at spæla við meir. Fyri tey sum íðka ítrott hevur tað ovurhonds týdning, at heilin fatar, at tað er tú sum avgerð nær liðugt er liðugt.
Sama er galdandi innan skúla og útbúgving. Nógv tey flestu okkara eru sannførd um, at støddfrøði er spælipláss teirra klóku, meðan flestu av okkum meiri býttu og tornomu nærum mugu klúgva eitt Mount Everest fyri at stríða okkum ígjøgnum.
Veruleikin er at øll hava førleika at rokna, alt sum vit gera dagliga, byggir uppá støddfrøði loynivitskunar. Flestu av okkum stríðast við støddfrøði, eina tí, at tað var okkum fortalt, at rokning er eitt hugsunnar blóðbað og at rokning eina er fyri nøkur, fá, gløgg og útvald, meðan restin av okkum ikki eiga at síggja okkum før fyri útinna tað stóra økinum.
Hattar er ein meyra sum má trakkast á og sum okkara børn mugu læra at traðka á.
Tað sama tá kenslan uppstendur at tú ikki megnar at uppbyggja disciplin, ella náa tíni mál, ella at vera úthaldandi og áhaldandi.
Hattar eru meyrir og tær verða óteljandi í talið komandi 40 dagarnar.
Set tær fyri at drepa allar slíkar mentalar meyrur hvønn einasta ein dag á ferðina.


